140x140

Um fixpunkt

Hvat er eitt fixpunkt?

Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión. Fixpunkt hava eitt Y- og eitt X-virði í eini krossskipan. Nógv fixpunkt hava eisini eitt Z-virði, sum er hæddin yvir sjóvarmálan. Á mynd 1 síggjast ymisk fixpunkt.

Mynd 1: Ymisk fixpunkt: Hol við tríkanti, GI-fixpunkt, betongblokkur, bronsu-fixpunkt

Føroyskar krossskipanir

Nýggjasta krossskipanin nevnist FOTM. FOTM samsvarar við ta matematisku k-skipanina, X peikar eystureftir og Y norðureftir, sum víst við grønum á mynd 2. Y ásin er samanfallandi við 7° V

Í krossskipanini FK89, peikar Y norðureftir og X peikar vestureftir, víst við svørtum á mynd 2. Nullpunktið er í  62° N og  9° V og hevur hetta punkt krosstølini (Y,X)=(700.000 m, 700.000 m). Legg til merkis, at í mun til ta matematisku krossskipanina, so peikar X til vinstru og haraftrat verður Y nevnt fyrst.

Á myndini sæst eisini krossskipan UTM, sum er víst við reyðum. Flestu lond her um leiðir eru í ferð við at umleggja krossskipanirnar til UTM.

Mynd 2: Krossskipanir – FOTM (grønt), FK89 (svart), UTM (reytt) og Geografiskir koordinatar (blátt). Á myndini síggjast eisini krosstølini til 62° N og 7° V í ymsu skipanunum.

Munur á sjóvarmála og ellipsoidu

Hæddir á fixpunktum, eru hæddir yvir sjóvarmálanum. Tá GPS verður brúkt til hæddarmáting, verður hæddin hinvegin ikki máld í mun til sjóvarmálan, men í mun til ellipsoiduna (í datum WGS84). WGS84 ellipsoidan í Føroyum liggur umleið 56 metur undir sjóvarmálanum. Mynd 3 vísir hvussu nógv skal dragast frá eini gps máldari hædd fyri at fáa hæddina yvir sjóvarmálan.
Minsti munurin er í Akrabyrgi 55,55 m
Størsti munur er í Mykinesi 56,93 m
Nevnast kann at í flestu GPS’arum eru hesar rættingar innbygdar.

Mynd 3: Kurvar sum vísa mun millum sjóvarmála og ellipsoidu. 10 cm er millum kurvarnar.

Nýggj tillaga geoida - FOGEOID2012.02

Geoidan, sum higartil hevur verið nýtt í Føroyum hevur ein neyvleika uppá 5 - 20 cm.

Nýggja geoidan er gjørd út frá nivellementi, tyngdarmátingum, gpsmátingum og vatnstøðumátingum í 2009 og 2010. Neyvleikin í meðinøkinum (har landfast er) má metast at vera betri enn 2 cm.

Mynd 4: Nýggja føroyska geoidan. 5 cm er millum kurvarnar.

Nýggjasta geoida í ymsum sniðum

Newest geoid in different formats

Geoid Year   Format
fogeoid12.02 2012   KmsTrans
FO_geoid12A.ggf 2012   Trimble
fogeoid12.tiff 2012   GeoTiff
fogeoid12.gtx 2012   Binary
fo_geoid2012a.gri 2012   Txt. Gravsoft.

 

Tilvísingar:

Ny gravimetrisk geoide for Færøerne - René Forsberg. Geodymamikafd., DTU-Space. Apr. 2010

Endelig tilpasning af Færø geoiden til GPS og nivellement/vandstand: FOGEOID2011 - René Forsberg. Geodymamikafd., DTU-Space. 3. okt. 2011

 

 

Vilt tú vita meira, so ring til Stein Fossá, tlf 342400, ella send ein teldupost til steinf@us.fo.

Fixpunkt